Hátíðardagur var í Fríðrikskirkjuni sunnudagin. Ovi Brim, nýsettur prestur, varð prestvígdur av Jógvani Fríðrikssyni, biskupi. Hetta var fyrstu ferð, at tað er prestvígsla í Fríðrikskirkjuni.
Kirkjan var fullsett, tá kórini Eystanljóð og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni bjóðaðu kirkjufólkinum vælkomin til prestvígsluna av Ova Brim. Hetta var ein sonn hátíðarløta, við bæði prestaskrúðgongu og brúsandi sálmasangi.
Tað var fyrrverandi prestur í Nes prestagjaldi, Jónsvein Bech, sum helt vígslulýsingina.
Ovi Brim er 28 ára gamal, føddur og uppvaksin á Toftum. Hann hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn. Ovi er giftur við Hallgerð, og tey eiga sonin Olaf.
Innsetanin var seinni á kvøldi, klokkan 17.00. Tað var Sonja Klein, virkandi dómpróstur, sum setti Ova Brim til kallið sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi. Eftir innsetanina helt Ovi Brim sína fyrstu prædiku sum prestur. Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni luttók eisini við innsetanina.
Eftir innsetanina vóru øll boðin til nátturða í kirkjukjallaranum, har umleið 400 fólk luttóku.
Prestagarðuin á Nesi verður í løtuni umvældur og verður væntandi liðugt umvældur í summar. Í meðan búgva prestahjúnini á Brekkukletti á Toftum, í barnaheiminum hjá Ova Brim.
Myndirnar hevur Kaj Eli Hansen tikið.