Hatesphere á Roskilde Festivalin

Skráin fyri Roskilde Festivalin er nærum komin upp á pláss og í dag vóru fýra av teimum allarseinastu nøvnunum avdúkaði, millum teirra vóru G!aktuellu Hatespehere.

 

Ummælarar eru um at detta um hvør annan at rósa nýggjastu fløguni hjá Hatesphere, og tí tók tað neyvan nakran á bóli, at júst hesin bólkurin kom á skránna í ár. Men umframt henda bólkin vóru tveir amerikanskir og ein bretsktur bólkur løgd afturat skránni. Størsta av nøvnunum er uttan iva amerikanski Flaming Lips, ið skaptu sínar fyrstur alternativu rokktónar í 80?unum. Harumframt er amerikansi fólkatónleikabólkurin Akron/Family og bretski rokkbólkurin The Twilight Sad komin á skránna.

 

Nú vera neyvan meira enn eitt ella tvey nøvn avdúkaði afturat á festivalinum, og um einki av hesum er føroyskt, so verður Høgni Lisberg einasta føroyska navnið í ár.