Deyðsmálmsbólkur, Hatesphere, sum verður at hoyr á G! festivalinum í summar, gav nýggja fløgu út mánadagin Tonsatungi deyðsmálmsbólkurin úr Danmark, Hatesphere, verður ein av bólkunum, sum fer at taka lut á G! festivalinum í summar.
Mánadagin gav danski bólkurin so út nýggju fløguna ?Serpent Smiles and Killer Eyes?. Sambært bólkinum sjálvum er hetta teirra besta útgáva nakrantíð, og ikki er óhugsandi, at hon telist millum allarbestu deyðsmálmsútgávur í Danmark nakrantíð.
Týsdagin hevði Hatesphere konsert í Beijing í Kina, og har skulu tær spæla runt í landinum teir komandi dagarnar. So um nakar føroyingur skuldi verið staddur í Kina, so hava teir møguleika at hoyra danska bólkin, sum eisini verður at hoyra á G! Festivalinum seinni í ár.