Hatespeech tók ísland á bóli

Fyri stuttum luttók føroyski rockbólkurin Hatespeech á festivali í Íslandi, Nordpop, og teir vóru væl fagnaðir og onkur heldur, at Hatespeech var fremsti bólkurin á konsertini

Fyri stuttum var ungdómsstevna í Íslandi, har norðurlendskir ungdómar hittust til kjak, fyrilestrar og at lurta eftir tónleiki.

Føroyski bólkurin Hatespeech luttók á ?Nordpop - Café Norden? og væl gekst teimum. Sagt verður, at teir ?stjólu myndina? og at teir vóru bestir. THE group af the consert.

Heðin Ziska Davidsen fær góð viðmæli sum guitarleikari, ið veruliga veit hvat hann tekst við.

Eisini Jákup Pauli Gaard Olsen verður mettur at vera megjaður sangari. Hatespeech spældi nýggjar og tættari tilrættaleggingar av sínum gomlu løgum.

Íslendska sjónvarpsrásin Channel 1 tók konsertina upp og hon verður send seinni. Eisini onkur útvarpsrás tók konsertina upp.