Hilmar Jan Hansen
Í Sosialinum leygardagin grundgevur hvalvíksprestur Mogens Tilsted Christensen fyri, hví amerikanarar hava valt George W. Bush sum forseta í USA fýra ár aftrat. Lesarabrævið »Tillykke til den kristne verd-en« er av slíkum karakteri, at eg kenni meg noyddan at siga nei takk!
Í teologiskt grunnu greinini hjá presti verður stórur dentur lagdur á, at Bush skal vera ein evangeliskt kristin og persónliga trúgvandi maður. Tað er líkasum »bláa stemplið«, ið lyftir amerikanska forsetan upp í halgamannatal, samstundis sum eyguni stillisliga verða latin aftur fyri tí blóðigu slóð, Bush dregur aftan á sær á síni politisku yrkis-leið.
Ein onnur orsøk til úrslitið av forsetavalinum í USA skal eisini vera, at Bush er ímóti fosturtøku. Hetta er fyri so vítt í fínasta lagi, men samstundis bert eitt dømi um, at sokallaði »kristindómurin« hjá forsetanum neyvan er meira enn hálvavegna væl grundaður. Og tey, sum hávirða hann fyri tað, eru neyvan stórt betri grundað sjálv, eri eg bangin fyri?
At fólk eru ymisk á máli, tá tað ræður um fosturtøku, hava vit fyri kortum fingið staðfest eisini her heima á klettunum. Og eins og her hjá okkum, er fosturtøka altíð gott valagn, alt eftir hvørjum parti av veljarunum, tú vilt tekkjast.
Soleiðis er eisini í USA, hvørs gerandisdagur er merktur av eini skuggasíðu, vit í Føroyum als ikki kunnu ímynda okkum, tí alt hetta er fremmant og ókent fyri okkum.
Bush hevur til dømis drúgvar royndir sum bøðil, og einki bendir á, at hann hevur broytt meining, men er kanska ídnasti talsmað-urin fyri deyðarevsing av øllum.
Sum guvernørur í Texas setti hann nýtt met í tali á deyðarevsingum á hvørjum ári, og eftir at núverandi forsetin hevði »lagt botnin«, hevur eftirmaðurin gjørt sítt fyri at liva upp til sína fyrimynd, tí eisini síðani Bush skifti guvernørsessin út við forsetaembætið, eru fólk avrættað í hópatali í Texas. Enntá sjálvt valkvøldið varð ein deyðadómur førdur út í lívið ? um vit kunnu siga tað so!
Umframt at vera sjálv ímyndin av deyðarevsing í USA, gjørdi Bush vart við seg sum ein náðileysur bøðil. Ikki eina ta einastu ferð náðaði hann í guvernørtíð síni ein deyðadømdan, hóast fáur man ivast í, at amerikanska rættarskipanin man teljast millum tær minst álítandi í øllum heiminum.
Bush hevur fleiri ferðir endurtikið, at hann ongantíð hevur verið í iva um, at ein deyðadømdur í hansara stati hevur verið sekur, men at øll høvdu fingið eina rættvísa rættargongd og dóm hareftir. Tað krevur sanniliga eina væl avstívaða samvitsku at úttala seg so bragdliga um lív og deyð!
Kann í hesum viðfangi nevna, at av teimum deyðadømdu í USA frá 1973 til 1993 blivu 48 seinni fríkend og latin leys, tí ein sera stórur innsatsur varð gjørdur teirra vegna. Og her er talan altso um ein innsats, ið bert er untur fáum deyðadømdum, tí í nógvum førum eru tey frammanundan »sosialir taparar«, sum eingin leggur í at lyfta fingurin fyri at hjálpa.
Tó var um reppið, at Bush ta einu ferðina skifti sjónarmið, tá tað vísti seg, at ein deyðadømd kvinna í Texas á deyðsgongini hevði tikið annað skinn um bak og nú hevði tikið við kristnari trúgv. Sum um tað skuldi verið nóg góð orsøk til at broytt ein dóm!
Her slepst tí ikki undan at seta spurningin, hvør munur er á fosturtøku og deyðarevsing, tí í báðum førum er talan um at taka lív. Jú, sanniliga er tað vorðið sum evangelisk trúgv at lokka veljarar við!
Av øðrum, ið neyvan fær Bush at skara framúr sum evangeliskan trúgvandi og gudsóttandi mann, kann nevnast broytingin í amerikansku vápnalógini, ið Bush strongdi á at fáa framda.
Undanmaður hansara í forsetaembætinum, Bill Clinton, hevði annars í síni tíð gjørt sítt til, at tað skuldi vera bannað vanligum amerikanarum at hava ógvuslig skotvápn, og fáur man ivast í, at hetta eisini var eitt stig rætta vegin í »Guds egna landi«.
Men Bush setti lógina úr gildi, so vanligir amerikanarar kunnu vera enn meira alvápnaðir, enn teir vóru frammanundan. Próvfast er eisini, at amerikanski vápnaídnaðurin var ein hin dyggasti fíggjarligi stuðulin hjá honum til forseta-valið. Og so skal hann tosa um at verja lív?
Alt hetta er tó ikki skelkandi, tá hugsað verður um bakgrundina, sum er eitt land, sum í nógvar mátar skarar framúr við avskeplaðari rættvísisfatan og hevnd sum skjaldramerki. USA er til dømis ikki komið serliga langt síðani trælatíðina, tí í amerikonsku fongslunum er annarhvør fangi svartur.
Tey svørtu eru umleið 14 prosent av amerikanska fólkinum, men tey eru so dyggiliga fyri mismuni tann dag í dag. Hvussu skal tað annars forsvarast, at av deyðadømdum fangum í USA eru 43 prosent svart-ir?
Annað dømi er, at 13 prosent av amerikansku rúseitursmisnýtarunum eru svartir, sum merkir, at færri svørt misnýta rúseitur, um samanborið verður við restina av fólkinum. Við øðrum orðum er størri møguleiki fyri, at tú møtir einum svørtum hampafólki enn einum hampafólki annars í USA. Men kortini eru 37 prosent av teimum handtiknu fyri rúsevnisbrotsverk svørt, og heili 74 prosent av teimum, ið fáa dóm fyri rúsevnisbrotsverk, eru svørt!
Alt hetta omanfyri nevnda fær óivað mangan at undrast á, hvat endamálið hjá hvalvíkspresti er, tá hann við punktum í hópatali roynir at rættvísgera, at USA hevur valt Bush til forseta fýra ár aftrat. Og hann er ikki einsamallur, tí yvirhøvur tykjast tey »meira enn vanliga trúgvandi« í Føroyum at síggja tað sum eitt hægri kall at taka undir við øllum, sum er nóg langt til høgru.
Flestu munnu vera samd um, at hugburðurin »skjót fyrst, spyr aftaná« hevur lítið við kristna trúgv og eitt satt kristinlív at gera. Men hetta hevur verið fremsta vørumerki hjá Bush síðstu fýra árini ? og serliga eftir 11. september 2001.
Allir illgrunar, ið vóru brúktir av amerikarum undan krígnum í Irak, eru í dag afturvístir sum uppspuni, ósannindi og í besta føri leysar gitingar. Men tað nyttar sjálvandi ikki sum troyst og uggi hjá soraða og særda irakska fólkinum, hvørs »størsta synd« tykist vera muslimska trúgvin.
Ein alt annað enn kristilig krígsøði hevur drivið verkið, men vit mugu bara vóna, at bæði Bush og hvalvíksprestur í kvøldbønum sínum eisini hugsa um tey túsundtals óseku í Irak, ið eru offur fyri kristindómi forsetans í verki. Fyri ikki um at tala øll tey óseku deyðadømdu ? gjarna svørtu ? ið bíða eftir, at onkur »kristin« átekur sær leiklutin hjá Várharra sum dómari yvir lívi og deyð?
At hava virðing fyri tí ófødda lívinum er gott, men tað riggar líkasum ikki ordiliga, um tú ikki eisini virðir tað fødda lívið!