Maðurin sum fyrr í dag skeyt ein republikanskan kongresslim og fýra onnur fólk var ein íðin viðhaldsmaður hjá Bernie Sanders.
66 ára gamli James T. Hodgkinson, sum fyrr í dag skeyt John Scalise, ein av leiðandi kongresslimunum hjá republikanska flokkinum, og fýra onnur fólk í einum álopi á ein baseballvøll, var ein íðin mótstøðumaður hjá forsetanum Donald Trump og republikanska flokkinum. Tað upplýsa amerikanskir miðlar í kvøld.
James T. Hodgkinson var giftur og átti eina fyritøku í Belleville, Illinois, men um ársskiftið legði hann alt frá sær og flutti til Washington D.C. Beggi hansara Michael Hodgkinson sigur við New York Times, at orsøkin til brádliga skifti var, at hann ynskti at taka lut í mótmælunum móti nýggja forsetanum.
CNN hevur gjøgnumgingið ymiskar vangamyndir hjá álopsmanninum á sosialum miðlum og lesarabrøv seinastu trý árini, og lýsa mannin sum ídnan viðhaldsmann hjá Bernie Sanders, ið hevði eitt sterkt hatur mótvegis Donald Trump og teimum konservativum.
- Trump er ein svíkjari. Trump hevur oyðilagt okkara fólkaræði. Tíðin er komin at oyðileggja Trump og hansara fólk, skrivaði álopsmaðurin 22. mars á Facebook.
- Republikanarir eru teir amerikansku Taliban, skrivaði hann í februar.
Umframt at finnast at Trump og republikanarum, so vísir CNN á, at James T. Hodgkinson var ein íðin viðhaldsmaður hjá Bernie Sanders, og brúkti nógva tíð á netinum at tala hansara søk og finnast at stóra stættamuninum í amerikanska samfelagnum.
Bernie Sanders, ið tapti stríðið um at gerast forsetavalevni hjá demokratunum, upplýsti fyrr í dag, at James T. Hodgkinson hevur arbeitt sum sjálvboðin í hansara valstríði, men at hann tekur alla frástøðu frá álopinum.
- Eg verði illa fyri av hesi ræðuligari gerð. Lat meg gera tað so greitt sum gjørligt. Einki slag av harðskapi kann góðtakast í okkara samfelag, og eg taki upp á tað sterkasta frástøðu frá álopinum, skrivar Bernie Sanders í almennari fráboðan.
James T. Hodgkinson varð dripin av trygdarvaktum í álopinum.