Hat-trick til Una

Uni Arge hevur nú sent sína triðu fløguútgávu á marknaðin

 

 

“Meðan vindurin strýkur” kallast triðja fløgan hjá Una Arge, sum plátufelagið Tutl gevur út í dag. Á fløguni eru 10 sangir, sum Uni Arge hevur skrivað. Á fløgunum “Mitt í sjónum” frá 2007 og “Meldurtíð” frá 2009 vóru tilsamans 24 sangir, so sangkatalogið hjá Una er nú vorðið rættiliga trivaligt.

 

Kristoffur Mørkøre hevur framleitt seks sangir, Niclas Johannesen tveir og Jákup Zachariassen ein. Aðrir tónleikarar eru Brandur Jacobsen, Uni Arge, Ólavur Olsen og Gunnar Guttesen, og Rókur Jákupsson syngur kór á tveimum sangum. Húsan hevur Janus Kampmann gjørt.