NSÍ-FSV 5-2 (4-1)
Løgmanssteyp
Christian Høgni Jacobsen gjørdi rættiliga vart við seg, tá Føroyska landsliðið herfyri leikti undankappingardystir móti ávíkavist Luksemburg og Russlandi.
Fyri mong v ar tað heldur óvæntað, tá hann so brádliga tók av møguleikanum, men leygardagin gav hann aftur eitt dømi um, hví landsliðsvenjarin hevur sýnt honum somikið stórt álit.
Christian Høgni skeyt nevnliga trý av málunum, tá NSÍ sendi FS Vágar vestur aftur við tómum stigaposa, og soleiðis var hann høvuðsmaður í trygga NSÍ sigrinum. Hini bæði málini hjá NSÍ skutu Kári Hansen og Ian Højgaard, meðan Sonni Johannesen og Vladlens Osipovs skutu málini hjá vágamonnum.