Ein 25 ára gamal maður varð í grundlógaravhoyring seinnapartin varðhaldsfongslaður í 14 dagar fyri at hava smuglað hassj.
Maðurin kom við flúgvaranum í gjár, og varð handtikin av løgregluni klokkan 18.20 við 299,5 grammum av hassji uppi á sær. Hann hevði goymt hassjið í skógnum og í undirbuksunum.
Grundlógaravhoyring var beint áðrenn klokkan trý í dag, og eftir at maðurin hevði játtað seg sekan í smugling, kravdi ákærin, at hurðarnar vórðu afturlatnar.
Hetta fyri ikki at ávirka víðari kanning av málinum, tí mett verður, at fólk við tilknýti til málið framvegis ganga leys í Danmark og í Føroyum.
Maðurin var eisini ákærdur fyri at hava smuglað 80 gramm av hassji við Norrønu fyri trimum árum síðani. Hann noktaði seg sekan í hesi ákæru.