Hassjsmuglarar spæla við deyðan

- At smugla klumpar við narko í maganum er ikki bara ólógligt, men tað er eisini lívsvandamikið, sigur løgreglan.

 

- Hvørja ferð, ein klumpur av narko verður svølgdur, er tað við lívinum sum íløgu.

 

Tað staðfestir Lars Bjerregaard, sum er leiðari fyri kanningardeildini hjá Grønlands Politi, og hetta sigur hann við grønlendsku heimasíðuna, Sermitsiaq.

 

Fyri tveimum vikum síðan kostaði tað einum 33 ára gomlum manni lívið, at hann hevði svølgt narkotika. Maðurin doyði í flogfarinum á veg úr Danmark til Grønlands.

 

Eftir at líkskurður hevði verið, staðfestu rættarlæknar, at maðurin hevði fingið narkotisk evni í likamið.

 

Løgreglan heldur, at pakkin við narkotisku evnunum ikki hevur verið tættur, og tí er narkotika likið út í likamið á manninum.

 

Júst hvørji narkotisk evni, talan í hesum førinum var um, vil løgreglan ikki upplýsa.

 

Lars Bjerregaard vísir á, at maðurin, sum doyði í flogfarinum hendan dagin á veg úr Danmark til Grønlands, búði í Danmark.

 

Hendingin fekk Grønlands Politi at fara alment út og harðliga ávara fólk ímóti at svølgja narkotisk evni.

 

- Líkamikið, hvat tú svølgir, er tað vandamikið. Øll fremmand likam í kroppinum eru vandamikil og hvørja ferð, tú gert slíkt, er tað við lívinum sum íløgu.

 

Leiðarin fyri kanningardeildini hjá Grønlands Politi sigur við Sermitsiaq, at hendingin, har hesin 33 ára gamli maðurin læt lív, er eitt prógv um, at narkotika undir ongum umstøðum má svølgjast.