Hassjplantasja avdúkað í Havn

RÚSEVNI Kriminalpolitiið legði í seinast viku halda á 27 hassjplantur umframt hassj og útgerð í einum húsum í Havn

Kriminalpolitiið hevur fingið nakrar fráboðanir frá fólki, sum hava havt ilgruna um, at onnur dyrkað hassj heima.
Mánadagin eygleiddi politiið tí eini hús í eysturbýnum í Havn.
Um kvøldið kom ein maður á gátt í húsunum, og tá ið hann koyrdi avstað aftur, varð hann eltur av politinum, sum tók mannin. Maðurin hevði hassj hjá sær.
So fór politiið til húsini, har politiið í einum kamari fann 27 hassjplantur umframt roykiklárt hassj og útgerð.
Deymurin stóð frá øllum plantunum, og soppavøkstur var um alt kamarið.
Tann umleið 30 ára gamli maðurin, sum hevði plantasjuna, varð tikin, og mikudagin var hann í rættinum.
Hann kærdi, at politiið hevði rannsakað húsini, men rætturin segði tað vera í lagi.
Hald varð lagt á plantur, hassj og útgerð. Planturnar fyltu upp í ein stóran posa, og deymurnar var so nógvur, at av heilsuávum vórðu planturnar fyribeindar.
Maðurin við hassjplantasjuni búðí í húsunum saman við konu og barni, og við tað at eitt barn var í húsunum, varð fráboðan send sosialu myndugleikunum.