Tað ljóðaði væl í oyrunum á tollarunum á á stjóranum í Taks, tá ið Mikkjal Thomassen, leiðara í narkopolitikkinum í seinastu viku kom fram við ynskinum um, at forboð verður sett fyri at innflyta hassjfræ.
- Hasum taka vit fult undir við, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks. Tollvaldið hoyrir undir Taks.
Eins og Mikkjal Thomassen heldur hann tað vera heilt burturvið, at tað skal vera loyvt at innflyta fræ til eina plantu, sum er ólóglig. Fræið er lógligt, so leingi tað ikki verður sett í mold at spíra.
Eyðun Mørkøre sigur, at hassjfræ mangan gevur tollarunum høvuðbrýggj. Tollarnir síggja fræ í viðførinum hjá ferðafólki og í postpakkum, teir vita, hví tað kemur til landið men hava ikki heimild til at leggja hald á tað.
- Tollararnir síggja eisini lampur og annað, sum teir eru sannførdir um eru ætlaðar at brúka til planturnar, men teir fáa einki gjørt.
Eyðun Mørkøre sigur frá tollarunum, at summi fólk, sum koma við hassjfræi til Føroya, væl vita, at tey eru á kantinum við lógina, tí tey fjala fræið í viðførinum.
- Tað er eingin orsøk til at fjala tað, tá ið tað er lógligt at flyta inn. Tey eru greið yvir, at tað er ikki heilt rætt at koma við tí til landið, sigur Eyðun Mørkøre.
Hann sigur, at Taks fleiri ferðir bæði skrivliga og munnliga hevur heitt á Heilsumálaráðið um at taka stig til at seta forboð fyri at flyta inn hassjfræ.
Fyrr í vikuni segði Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum við Sosialinum, at tað kann vera torført hjá tollarunum at síggja mun á hassjfræi og øðrum fræi.
- Tí skulu vit nokk finna útav, tí fyri tað mesta er lætt at síggja, at talan er um hassjfræ. Verður hassjfræið gjørt ólóligt, skulu vit heilt vist finna út av hinum, sigur Eyðun Mørkøre.