Hassj og stuldur

Tíðliga leygarmorgunin varð ein bilur stolin í Berjabrekku. Teir tríggir menninir, sum stóðu aftanfyri stuldurin, komu tó ikki langt í bilinum, tí løtu seinni rendu teir á ein annan bil í Berjabrekku. Allir tríggir menninir, sum vóru ávirkaðir av rúsdrekka, eru tiknir inn til avhoyringar. Førarin var 18 ár og hevði ikki koyrikort.
Um vikuskiftið varð hassj funnið umborð á grønlendska trolaranum Regina C., sum liggur við vestaru bryggju. 40 gramm av ólógliga evninum varð funnið. Ongin er skuldsettur í málinum.
Ein kvinna var leygarkvøldið ákoyrd í gonguteiginum við Niels Winthers gøtu. Løgreglan veit, hvør koyrdi bilin, og tær neyðugu kanningarnar eru gjørdar.
Ein stuldur varð framdur leygardagin á parkeringsøkinum hjá SMS. Tá førarin kom aftur til bilin, varð teldan hjá honum horvin. Løgreglan kannar málið.