Í fjør legði Tollvaldið hald á 15,2 kilo av hassji og umleið 140 gram av amfetamini. Hetta eru nøgdir, ið eru tiknar í samband við ferðafólkaeftirlit og kanning av skipum.
Søluvirðið á hesi nøgd liggur um 5 miljónir krónur. Tá er hædd tikin fyri, at amfetaminið hevði ein reinleika uppá 69%. Tað merkir, at sølunøgdin er umleið 11 ferðir hægri enn tey 140 grammini.
Umframt nevndu nøgdir, hevur Tollvaldið í tøttum samarbeiði við løgregluna fingið fatur á stívliga 500 grammum av hassji og umleið 130 grammum av amfetamini.
Hetta er úrslit av áhaldandi arbeiði hjá Tollvaldinum tey seinastu árini at betra um eftirlitsarbeiðið. Bæði, tá hugsað verður um servandu hundarnar og tað, at Tollvaldið hevur fingið amboð og atgongdir, ið betra um møguleikarnar at fremja eftirlit.
Tætta samarbeiði við løgregluna í Føroyum og aðrar samstarvspartar í Norðurlondum hevur gjørt, at Tollvaldið hevur megnað at fáa fatur á nøgdum, sum eitt nú eisini púra ókendir útlendingar hava roynt at smugla til Føroyar við sølu fyri eyga.
- Munagóða eftirlitið er við til at forða fyri, at rúsevnini gerast ein størri samfelagsligur trupulleiki, sum vit kenna hann aðrastaðni. Málið hjá TAKS er, at rúsevnissmuglarar altíð skula rokna við at verða avdúkaðir í eftirlitinum, sigur TAKS á síni heimasíðu.










