Næstan sjey milliónir ferðir, er sangurin hjá David Hasselhoff Hooked on a feeling sýndur á YouTube.
Um tað er orsaka av áhuga fyri tónleikakarrieruni hjá Baywatk stjørnuni er óvist, men í øllum førum er tað nú møguleiki fyri at uppliva David Hasselhoff live.
Tónleikalívið hjá David Hasselhoff hevur leingi ligið stilt, meðan hann hevur stríðst við rúsdrekkatrupulleikum, og annars røkt sínar skyldur sum dómari í Americas Got Talent.
- Eg fyrireiki nú eina avtalu um eina sjónvarpssending umframt eina rundferð, har eg syngi Broadway sangir, sigur Hasselhoff í nýggjari samrøðu.
Nær avtalan verður undirskrivað er óvist, men tað letur til, at David Hasselhoff verður at síggja í nýggjari sjónvarpssending skjótt.
Hetta veit eb.dk