Sp/f E-Grevstur, sum brøðurnir, Niels Jacob og Snæbjørn Eysturberg eiga og reka, hevur seinastu tíðina fingist við at grava fyri háspenningarkaðali hjá SEV.
- Sum er, liggur linjan um fjøllini, og nú skal hon gravast í jørðina. Hetta er eitt arbeiði, sum vit hava vunnið í kapping við aðrar fyritøkur.
Brøðurnir siga, at Føroya Tele eisini skal hava sín fipurkaðal í sama grevstur, eins og Landsverk hevur slangur, har kaðal kemur at liggja í til ljós fram við koyribreytini í tunlinum.
Sandvíkartunnilin er umleið 1,5 kilometrar langur, og hesin parturin av arbeiðnum er um at verða liðugur.
- Í sambandi við arbeiði, hevur tunnilin verið stongdur gerandiskvøld, men fólk, sum arbeiða á kvøld-ella náttarvakt, eru sloppin í gjøgnum. Í vikuskiftinum hevur tunnilin verið opin aftur.
Arbeiðið inni í tunlinum hevur gingið betri enn roknað varð við, men nakað hevur verið at brekka.
- Samanlagt er hetta eitt lutfalsliga stórt arbeiði, og nú er umleið helmingurin av teimum stívliga fýra kilometrunum av flakavirkinum í Hvalba til skúlan í Sandvík eftir at grava, siga Niels Jacob (mynd) og Snæbjørn Eysturberg.










