Tørvurin á umvælingum í Føroya Fólkaháskúla á Frælsinum hevur verið stórur seinastu mánaðirnar. Háskúlin hevur fingið ta treyt frá landinum, at skúlin skal sjálvur fáa 900.000. krónur til vega. Klárar Háskúlin tað, hjálpir landið til við 1,6 milliónum krónur. Sostatt verður samlaða játtanin 2,5 milliónir krónur til umvælingar á Føroya Fólkaháskúla, ið eru bráðfeingisneyðugar.
Innsavningin hevur staðið á í eina tí, og higartil hevur tað eydnast Háskúlanum at savna 105.538. krónur inn, men hetta er bara 11,73% av teimum 900.000. krónunum, sum Háskúlin skal savna inn tilsamans.
Innsavningin heldur áfram hetta vikuskiftið. Í morgin, leygardagin 20. juni skipar Háskúlafelagið, ið er áhuga- og stuðulsfelag hjá Føroya Fólkaháskúla, fyri stóra stuðulstiltakinum ,,Ein Summardagur á Háskúlanum". Hetta kunnger Føroya Fólkaháskúli í tíðindaskrivi.
Skipað verður millum annað fyri tónleiki, rundferðum á skúlanum, fyrilestrum, og føroyskum dansi.
Øll, sum framføra á Summardegnum, gera tað ókeypis.
Tiltakið byrjar klokkan 14 og heldur á til klokkan 22. Tað kostar 100 krónur at luttaka í summardegnum. Børn undir 12 sleppa ókeypis inn.