Frá týsdegnum 3. november til fríggjadagin 6. november eru klæðini í Reyða Kross Endurnýtsluhandlinum á Bryggjubakka í Havn vald av næmingum á Føroya Fólkaháskúla. Hetta er annað ár á rað, at Føroya Fólkaháskúli og Reyði Krossur Føroya arbeiða saman um endurnýtsluklæðir.
Næmingarnir á Føroya Fólkaháskúla ynskja at vísa, at tað ber væl til at seta sín heilt egna stíl saman fyri bíligar pengar. Tí eru næmingarnar í handlinum, har tey veita vegleiðing og ráðgeving til viðskiftafólkini.
Yvirskotið av søluni fer til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum.