Hasfjord steðgaði upp – eingin sigling til Nólsoyar

Hasfjord steðgaði upp í Nólsoyarfirði og var sleipaður á Havnina.

Tað er eingin siglin til Nólsloyar í løtuni. Orsøkin er, at ein slanga til ein hjálpimotor á Hasfjord fór, og ferjan varð sleipað til Havnar av einum av sleipibátunum hjá skipasmiðjuni Mest.

Hilmar Eliasen, strandferðslustjóri, hevur í løtuni onga viðmerking.

– Vit eru í ferð við at fáa greiðu á støðuni. Tað einasta eg veit er, at ein slanga til ein hjálpimotor er farin, sigur hann.

At ein vanlukka sjáldan kemur einsamøll kunnu tey sanna á Strandferðsluni, sum í gjár var rakt av óhappi, tá tveir rútar umborð og spildur nýggju Erlu Kongsdóttir brotnu, tá ferjan í gjáramorgunin kom um Nólsoyarfjørð.

Tað var ikki av veðrið, at rútarnir fóru, men helst av trýsti ella av spenningum í skipinum.

Enn er ikki greitt, hvussu verður við siglingini um Nólsoyargfjør.