Liverpool vann í gjár umdystin móti Wolverhampton í 4. umfari av FA Cup. Liverpool vann dystin 1-0 við máli, sum Harvey Elliot skoraði í fyrra hálvleiki.
Liverpool hevur verið fyri nógvum ákoyringum í seinastuni. Liverpool skuldi av røttum havt tapt upprunaliga dystin á Anfield, men ein feilur í sjónbandaupptøkunum hjá VAR gjørdi, at ein skeiv rangstøða stóð við.
Í gjár sendi Jurgen Klopp fleiri av sínum ungu spælarum á vøllin. Ein teirra er Harvey Elliot, sum takkaði fyri álitið við at lyfta bóltin í málið úr 25 metrum, tá málverjin mundi halda at fótfimi miðvallarin ætlaði at spæla viðspælara.
Liverpool hevði sum so ikki fleiri málmøguleikar. Nýinnkeypti Cody Gakpo tykist hava eitt sindur ilt við at finna stevið í nýggja felagnum. Hinvegin stríddist Liverpool sum eitt lið og stóð ímóti ágangandi spælinum hjá heimaliðnum.
Dagsins spælari hjá Liverpool var tann bara 18 ára gamli Stefan Bajčetić. Miðvallarin hevur vunnið seg fram í hesum kappingarárinum og viðmerkjarar halda fyri, hann er ein spælari at halda eyga við.