Nú er harutíðin av á hesum sinni, og hotel Norð á Viðareiði fer tí at skipa fyri einari veitslu fyri øllum haruskjúttum og áhugaðum í norðoyggjum. Lagt verður upp til eitt kvøld, har høvi so sanniliga verður til at práta og reypa um haruskjóting. Hetta er fyrstu ferð, at verandi eigari skipar fyri eini tílíkari veitslu á hotellinum, men tað var gamalt fyrr.
? Um hendan veitslan eydnast væl, so er hon komin fyri at verða, sigur Jógvan Heinesen, hoteleigari.
Á skránni er millum annað at fólk frá Svend Krosstein koma at sýna byrsur og aðra útgerð fram. Og eisini kemur onkur at greiða frá um harur og haruskjóting sum heild.
Allir hagapartar í norðoyggjum fáa bræv um hesa veitsluna, og ætlanin hjá fyriskiparunum er, at fáa hagtølini yvir hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum hagaparti hendan veturin. Og so verður virðisløn handað besta hagapartinum og besta skjúttanum.
Kvøldið byrjar við einum góðum veitsludøgurða, sangur og annað undirhald verður somuleiðis á skránni.
Til ber at tekna seg til veitsluna við at ringja 451244 ella 217020