Eyðfinn Magnussen førir hagtøl yvir harveiðu í Føroyum. Nú góðar tvær vikur eru eftir av árinum av skjóta haru í, sigur Eyðfinn, at veiðan er áleið tann sama í ár sum í fjør.
Higartil í ár eru 1460 harur skrásettar at verða dripnar. Sama tíðarskeið í fjør vórðu 1436 harur skrásettar. Í mun til 2012 eru tað fáar harur dripnar í ár, tí táð blivu 6000 harur skotnar fram til 15. desember, sigur Eyðfinn Magnussen.
Samlaða túratalið av haruveiðu fram til 10. desember í ár er skrásett at verða 176, í mun til 164 sama tíðarskeið í fjør.
Væntar at talið er hægri enn tað higartil skrásetta
Summir bíða við at lata hagtølini inn til teir eru lidnir at skjóta. Um hálvan desember í fjør vórðu 1436 harur skrásettar at verða dripnar, men tá samanumkom og øll tølini komu inn í januar, vórðu tað skotnar góðar 1000 fleiri um hálvan desember enn tølini søgdu av fyrstan tíð.
Eyðfinn Magnussen væntar tað sama í ár og tí er talið helst hægri enn tær 1460 higartil skrásettu.