Mánadagin byrjar harutíðin og menn, og kanska onkrar kvinnur, fara at leita sær í hagan við byrsu í hond, í vónini um at fáa skotið nakrar harur.
Eyðfinn Magnussen hevur seinastu árini savnað hagtøl fyri haruveiðuna og vit hava hugt eitt sindur at, hvuss haruveiðan hilnaðist í fjør.
Eyðfinn Magnussen skrásetti 7.756 skotnar harur í fjør, men metir sjálvur, at veruliga talið man liggja nærri teimum 8.000.
- Raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2013 vóru teir "Úti í Haga á Bjørgum" í Vestmanna. Teir fingu tilsamans 158 harur á 9 túrum. Teimum á baki komu teir í "Norðurtriðingi, Norðara parti" í Sørvági. Teir fingu eisini 158 harur, men á 10 túrum. Á triðja plássi vóru teir í "Dalhaga, Eystan fyri Gjónna" í Vestmanna. Teir skutu 118 harur, sum teir fingu á trimum túrum, skrivar Eyðfinn Magnussen í ritinum Haruveiðan í Føroyum 2013.
Í ritinum stendur eisini at lesa at vestmenningar skutu flestar harur. Tilsamans vóru 761 harur skotnar í teimum 11 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina.
Vanligast er at fáa millum eina og fýra harur á hvørjum túri, men mesta veiðan á einum einstøkum túri í 2013 var 95 harur.
Eyðfinn Magnussen metir, at í 2013 skutu um 1.000 mans harur í Føroyum.
So er spurningurin, um nakar fer at basa vestmenningum í ár.