Harustovnurin er ikki í vanda

Hóast nógvar harur verða skotnar í Føroyum á hvørjum ári, so heldur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, at lítil vandi er fyri, at stovnurin verður oyddur orsaka av veiðutrýstinum. Eyðfinn hevur seinastu trý árini gjørt hagtøl fyri, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.

Hóast nógvar harur verða skotnar í Føroyum á hvørjum ári, so heldur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, at lítil vandi er fyri, at stovnurin verður oyddur orsaka av veiðutrýstinum. Eyðfinn hevur seinastu trý árini gjørt hagtøl fyri, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.

 

– Haran leggur tríggjar ferðir um árið, og hon fær tveir til tríggjar ungar hvørja ferðina. Um vit siga, at tað eru 20.000 harur í Føroyum, og helvtin av teimum verða skotnar, so eru framvegis 5.000 pør eftir, tá seinasta skotið er latið av. Tað vil siga, at harurnar sum liva eftir fáa einar 35.000 ungar, sigur Eyðfinn Magnussen. Hann sær tí lítlan vanda vera fyri at harustovnurin verður oyddur.

 

Ovfarin av hagtølunum

Mánadagin er fyrsti dagur í hesum árinum, at loyvt er at skjóta harur, og sambært hagtølunum, sum Eyðfinn Magnussen hevur savnað í 2012, 13 og 14, verða onkrastaðni millum 7.000 og 9.500    harur skotnar í Føroyum um árið.  

 

– Hetta er nógv fleiri enn roknað varð við, áðrenn teljingarnar byrjaðu, sigur Eyðfinn. Hann vísir til bókina ”Villini súgdjór í Útnorðri”, sum Nám gav út í 1999.

 

– Har stendur, at hildið verður at umleið 5.000 harur eru í Føroyum, men nú vita vit, at talið er kanska fíra ferðir so stórt.  

 

Fer ikki at telja harur í ár  

Tað var egin áhugi sum í 2012 fekk Eyðfinn at samla upplýsingar um hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.

 

– Eg havi sjálvur skotið harur, og hesi tølini eru góð at hava í sambandi við stovnsrøkt, sigur hann. Hann heldur eisini at tølini eru rættiliga álítandi, millum annað tí at eingi peningalig áhugamál eru í teimum.

 

– Harumenninir hava einki at krógva. Teir hava ongan vinning og skulu ikki rinda skatt ella onnur avgjøld av veiðuni. Tí er eingin orsøk hjá teimum at geva skeiv tøl upp.

 

Men tað krevur nógva arbeiðsorku at skriva øll tølini inn í skipanina, og av tí at flestu harurnar verða skotnar leygardag, verður tað sunnudagurin, sum verður óløntur arbeiðsdagur. Eyðfinn útilokar tó ikki møguleikan, at harur aftur verða taldar í ár.

 

– Síðani eg boðaði frá, at eg ikki fari at telja harur, hava fleiri vent sær til mín við uppskotum um, hvussu hetta kann gerast tekniskt, soleiðis at harumenninir sjálvir kunnu skriva tølini inn, sigur Eyðfinn Magnussen.