Ein maður, sum var og skeyt haru í Dølum í Vestmanna í dag, kom illa fyri.
Tað var hált og hann meiðslaði seg so mikið illa í beinið, at tey hildu tað vera frægast at fáa hann á Landssjúkrahúsið, sigur løgreglan.
Tyrlan hjá Atlantsflogi var á flogi og avgjørt varð at senda hana eftir manninum og flyta hann á Landssjúkrahúsið og tað gjørdi tyrlan fyri løtu síðani.










