Nú vit eru komin eina viku inn í harutíðina, tekur kjakið seg aftur upp, um hvussu nógv skot tú kanst hava í byrsuni, tá tú skjýtur harur.
Verður hugt at løgtingslóg um haruveiði stendur: »Haruveiða má bert fara fram í dagsljósi gerandisdagar, og loyvi er bert at nýta høglbyrsu«.
Tað skuldi verið nóg greitt, men hyggja vit í løgtingslóg um fuglaveiði stendur soleiðis: »...Tað er ikki loyvt at veiða við byrsu, sum hevur meira enn 2 skot«.
Tað er hetta, sum hevur ført til, at menn eru eitt sindur í iva um hvat er tað rætta. Ført verður tíðum fram, at tú bert kann keypa byrsur, ið hava tvey skot. Men tað eru tær sonevndu pump-gun og hálvautomatiskar byrsur, sum bert taka tvey skot, men við at taka eina plombu úr kanst tú løða við fimm skotum.
Hetta er kortini ikki heilt beint, tí tú fær eisini byrsur, sum onga plombu hava, og sum tískil kunnu løða fimm skot.
Vit hava vent okkum til politistøðina í Havn og tosað við Tønnis Wardum, og hann sigur, at avmarkingin er bert á fuglaveiðini.
- Vit hava tosað um hetta okkara millum, eisini við løgfrøðingarnar á støðini, og semja er um, at vit eiga at tulka lógina soleiðis, sum hon er skrivað. Tað merkir í stuttum, at á sjógvi kanst tú ikki brúka byrsu við fleiri enn tveimum skotum, meðan tú á landi onga avmarking hevur, sigur Tønnis Wardum.
Tað merkir so aftur, at pump-guns og hálvautomatiskar byrsur eru púra lógligar til haruveiði, meðan tær ikki eru lógligar til fuglaveiði.
Tað er tí misvísandi, tá tað inni á heimasíðuni hjá løgregluni, www.politi.dk/Faeroerne/fo/loveogbestemmelser/Harejagt stendur: »Haruveiða er einans loyvd í dagslýsi gerandisdagar. Loyvt er bert at nýta høglbyrsu, ið kann løðast við í mesta lagi 2 patrónum«.










