Harumaður breyt beinið

Í dag vóru sjey menn á Skálatoftum og skutu harur.

Væl gekst, og teir fingu yvir 70 harur.

Men nakað fyri at teir komu móti markinum móti Strond, var ein maður áhælsin, og hann breyt beinið. Hinir royndu at balla hann sum best, so hann ikki bleiv kaldur.

Teir ringdu beinanvegin til Noðroya Bjarginarfelag, og einar tveir tímar seinni komu fleiri menn, sum á børu skiftust um at bera tann skadda mannin oman á slætt.

Arkivmynd: Norðlýsið