Haruhagar í Kvívík seldir

Tað eru fleiri, ið samlast at keypa ein haga saman, nøkur hava kennst í longri tíð.

Tað er ofta stórur áhugi at keypa haruhaga í Kvívík og í dag vóru haruhagarnir seldir. 

 

Tað eru fleiri, ið samlast at keypa ein haga saman, nøkur hava kennst í longri tíð. Fleiri samla pening saman gjøgnum árið, soleiðis at tað ber til at bjóða uppá tann hagan sum man ynskir at veiða í. 

 

 

Hagarnir í Kvívík eru deildir soleiðis: 

 

Gásafelli, bleiv selt fyri 22.700kr

Norðurhagin, var seldur fyri 22.700kr

Presthagin, var seldur fyri 20.500kr

Fjalli, bleiv selt fyri 20.500kr

 

 

Tað eru ofta Norðurhagin og Fjalli, ið eru mest umtóktu hagarnir, og tískil eru nógv eftirspurgdir. 

Sostatt vóru haruhagarnir í Kvívík seldir fyri 86.400kr tilsamans.