Tað hevur verið av allarbesta veðri í dag, nú tað er fyrsti harudagur í ár.
Allarhelst hava menn verið í øllum ella í hvussu er allarflestu høgum og skotið harur í dag. Og veðrið hevur sanniliga verið til vildar.
Í Nólsoy hava menn eisini verið og skotið haru í dag, og dagurin gjørdist rímiliga góður. Teir 20 menninir fingu tilsamans 61 harur, sum er oman fyri miðal.
Harufelagið í oynni, Lepus Timitus, hevur í samráð keypt teir tríggjar hagarnar í Nólsoy fimm ár fram fyri ásett krónutal. Tað merkir, at felagið hevur tryggjað sær at skjóta haru fimm ár fram.
Farið vzr í morgun, tá Ternan hevði verið klokkan 8.15. Gingið var suður eftir síðuni vestantil, og so var farið upp á og skotið suður á Borðuna. Á vegnum heim aftur var gingið uppi á oynni og suður í Dalarnar eystantil.
Menn siga, at tað var ikki so nógv hara at síggja sum vanligt, og tað er helst góða veðrið í nátt, ið er orsøkin til tað.
Ein lítil veitsla verður eftir at haran er býtt millum skjótararnar, og tá hon er liðug, plaga teir flestu at fara at fletta.
Samanum tikið, ein góður dagur í harutíð.