Harudagur í besta veðri

21 mans fingu 61 harur leygardagin. Tað er heldur meiri enn miðal síðan 1998, tá haruveiðan í Nólsoy varð tikin uppaftur.

Leygardagin 2. november, tá fyrsti harudagur var í ár, var av besta veðri, og í nógvum hagum kring um í Føroyum, har loyvt er at skjóta haru, vóru menn og skutu.
Eisini í Nólsoy, har skip­anin er hon, at skotið verður ein dag í harutíð, vóru menn á haruveiði. Hjá nólsoying­um roynd­ist dagurin eisini rím­iliga væl. 21 mans vóru á haruveiði um alla oynna, og tá dagur var lokin, høvdu teir fingið tilsamans 61 har­ur, sum er nakað meir enn mið­al síðan 1998, tá haruveiðan varð tikin uppaftur.
Nólsoyingar hava stovn­að harufelag - Lepus Timitus - og felagið hevur keypt teir tríggjar hagarnar í Nólsoy fimm ár fram fyri ásett krónutal. Tað merkir, at fel­agið hevur tryggjað sær rætt til at skjóta haru fimm ár fram.

Býta fongin
Í góðveðrinum leygar­morg­unin fóru nólsoyingar av­stað, eftir at Ternan var komin út um fjørðin klokkan 8.15.
- Gingið var suður eftir síðuni vestantil á oynni, og so varð farið upp á og skotið suður á Borðuna. Á vegnum heim aftur var gingið uppi á oynni og suður í Dalarnar eystantil.
Úr Nólsoy verður sagt, at tað var ikki so nógv hara at síggja sum vanligt, og tað er helst góða veðrið náttina fyri, sum var orsøkin til tað.
Tá menn eru komnir aftur til bygdar við veiðini, verður fong­urin býttur millum teir, ið hava skotið, og síðan verð­ur ein lítil veitsla hildin. Tá menn hava fingið mettuna og kanska hava fingið okkurt lesk­andi, verður farið at fletta.

Flettu 24 harur
Úr Nólsoy verður sagt, at menn ofta taka seg saman at fletta, og eftir veitsluna leygarkvøldið flettu teir 24 av teimum 61 harunum.
- Vit hanga harurnar upp eft­ir høvdinum, skorið verð­ur runt um hálsin, og síð­an verður skinnið hálað av. Tá skinnið er fingið av, verð­ur haran sprett, og innvølur­in verður tikin út.
Í onkrum bygdum og oyggj­um velja menn at lata har­una hanga í eina tíð at ræsa, áðrenn hon verður flett.
- Soleiðis gera vit ikki her í Nólsoy. Her verður haran flett, tá menn eru komnir aftur av veiðiferðini, verður sagt í Nólsoy.