Tað skrivar heimasíða felagsins. Signhild Petersen, sum sjálv spælur við, fer at hjálpa til við venjingunum, og hon skal ætlandi standa á odda fyri kropsligu venjingini. Hetta við serligum atliti til skaðafyribyrging. Málsetningurin hjá nýggja venjaranuk er at fáa ein breiðan hóp av leikarum, sum skulu standa seg millum tey ovaru liðini í SunSet-kappingini. Besta kvinnuliðið hjá StíF endaði í farna kappingarári á fimta og næstseinasta plássinum.