Fyri eitt tíggjutal av fjepparunum frammanfyri pallinum tyktist hetta at vera ársins upplivilsi. Tá ungu bretarnir, Finn Kidd og Dave Javu, fóru av pallinum fingu fjeppararnir teir aftur á pallin at spæla eitt eykalag.
Teir spældu seg annars so lúkst inn í britpop-sjangruna. Ikki bara tónleikurin var britpop, eisini klædnastílurin strammar cowboybuksur, joggingjakkar og ikki at gloyma grýtuklipt hársnið. Enn eitt frísktligt tónleikainnslag úr Syðrugøtu.