Hartið ikki starvsfólkini í heilsuverkinum!

Funnist verður at – í grein í Dimmu 3. juni ‘08 - at 35 sjúkrarøktarfrøðingar hava verið á ráðstevnu í Svøríki. Eg kann fyri mín part siga, at eg haldi tað vera í fínasta lagi.

Í greinini lesi eg at ein landsstýrismaður “skilur tað als ikki” og ein floksformaður “heldur tað virka løgið”. Eg má tí siga, at teir ikki tosa fyri allar politikarar. Eg fegnist um at hesi mennniskju fóru á ráðstevnu.

Vit politikarar skulu ikki vága okkum at finnast at, um nøkur starvsfólk innan heilsuverkið hava fingið nakað av íblástri. Tað er teimum so væl unt!

 

Tey sum hava verið á góðum ráðstevnum vita, hvussu gevandi ein sovorðin er:

 

arbeiðsgleðin økist

ein kennir seg betri ílatna/n fakliga

ein fær hug at bretta upp um armar, tá ein kemur aftur til arbeiðis

førleikamenning er neyðug, um ein skal brenna fyri arbeiðinum, heldur enn at brenna út.

 

Vit hava ein stóran trupulleika í mun til heilsuverkið – peningaliga. Men lat okkum ikki varpa ringt ljós á eldsálirnar, sum fara til arbeiðis hvønn dag og eru um tey sjúku og avvarðandi teirra. Ein ráðstevna skal vera teimum so væl unt. Innan flestøll strvsfólkaøki í heilsuverkinum er persónurin sjálvur – menskan/persónligheitin eitt hitt týdningarmesta amboðið.

 

Á landssjúkrahúsinum – Føroya størsta arbeiðsplássi - er eingin starvsfólkadeild. Sera hugvekjandi og lítið gleðiligt. Vóni, at ein starvsfólkadeild sum arbeiðir millum annað við førleikamenning og trivnaði skjótt gerst veruleiki.

 

Tøkk fáið tit, sum gera eitt megnar arbeiði í heilsuverkinum hvønn einasta dag og góðan arbeiðshug!