Hartar stjórnina og FA fyri vánaliga handfaring av Corona

Wayne Rooney heldur, at tað er langt úti, at tað bleiv bíðað so leingi við at leggja fótbóltin í Onglandi stillan

Gamla hetjan hjá Manchester United, núverandi Derby County-leikarin, Wayne Rooney heldur, at avgerðin at gevast við at spæla fótbólt í Premier League, Championship, League One, League Two og FA Women's Super League kom alt ov seint.

Wayne Rooney sum skrivar eina klummu fyri viðurkenda blaðið The Times skrivar: - Fyri spælararnar, stuðulsapparatið kring spælararnar, og eisini fyri familjur okkara hevur verið talan um eina óttafulla viku. Ein vika har ein hevur merkt á sær, at stjórnin í London, FA og leiðslan í Premier League øll hava verið fráverandi, skrivar Wayne Rooney í sínari klummu í The Times.

So seint sum farna hóskvøld helt bretski forsætismálaráðharrin, Boris Johnson, at tað vóru ongar læknaligar og medisinskar orsøkir til at steðga Premier League.

Bert fáar tímar aftaná hesa útsøgnina hjá Boris Johnson var staðfest, at høvuðsvenjarin hjá Arsenal, Mikel Arteta var testaður positivt fyri Corona. Og longu dagin eftir boðaði Chelsea frá, at Callum Hudson-Odoi eisini var testaður positivt fyri Corona.

- Allir aðrir ítróttir, tennis, formil 1, rugby, golf og fótbólturin í øðrum londum løgdu stilt, meðan vit í ensku liguni fingu at vita, at vit skuldu bara halda fram sum vanligt. Eg trúgvi nógvir fótbóltsspælarar hugsaðu, at hetta hevði okkurt at gera við allan peningin sum er í enskum  fótbólti. Hví bíða heilt til fríggjadagin at avlýsa kappingin. Hví mátti Mikel Arteta gerast sjúkur áðrenn ítróttarligu myndugleikarnir í Onglandi gjørdu tað rætta, spyr Wayne Rooney í klummu sínari. 

- Aftaná kreppufundin bleiv tann rætta avgerðin tikin um at leggja kappingina stilla. Men fram til fríggjadagin kendist tað sum fótbóltsspælararnir í Onglandi blivu brúktir sum royndarkaninir. Um onkur í mínari familju hevði blivið álvarsama sjúkur aftaná eg hevði smittað tey, tí eg mátti spæla fótbólt á einum staði, har tað ikki var nóg trygt, so hevði eg ongantíð fyrigivið myndugleikunum, skrivar ein bersøgin Wayne Rooney í The Times.