Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, heldur, at hini Norðurlondini hava svikið Ísland og hava roynt at trýsta landið til at góðtaka eina vánaliga gjaldsavtalu við Bretland og Niðurlond um Icesave-skuldina.
Tað segði forsetin við norska blaðið Aftenposten um vikuskiftið. Hann vísti á, at Norðurlond hava sýtt fyri at rinda Íslandi eitt játtað lán, fyrr enn íslendingar hava skrivað undir eina nýggja avtalu um Icesave-skuldina.
Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur við Aftenposten, at tað er ikki rætt, sum íslendski forsetin sigur.










