Um vikuskiftið hevði Fólkaflokkurin landsfund. Her og í tíðindunum í Kringvarpinum sama dag umrøddi Jørgen Niclasen, formaður, sitandi samgongu sum ”LGBT samgonguna” á ein heldur speiskan hátt. Og hetta er fallið Boga Andreasen, kommunustýrislim í Tórshavnar Kommunu fyri Fólkaflokkin, fyri brósti.
- Eg vil vera partur av einum flokki, sum hevur virðing fyri øllum borgarum og samfelagsbólkum, og fyri tí fólkaræði vit hava. Man kann vera samdur ella ósamdur, men tað er ongantíð í lagi at tosa niðrandi um ein samfelagsbólk, sigur Bogi Andreasen.
Tað fjølbroytta samfelagið vit liva í má innibera, at tað er í lagi at vera ymiskur, heldur hann. - Í mínum starvi upplivi eg allar hugsandi samfelagsbólkar í tí dagliga, og tað er umráðandi at øll hava virðing fyri hvørjum øðrum, um enn man er ymiskur, heldur Bogi Andreasen. Og tí heldur hann tað vera løgið, at Jørgen Niclasen leggur fram eina nýggja, nýmótans stevnuskrá, samstundis sum hann tosar niðrandi um ein samfelagsbólk.
- Hygg eftir miðalaldrinum á fólkunum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Har vóru fá ung fólk, og eg haldi ikki hesin eksluderandi hugsunarhátturin hjá formanninum hjálpir upp á at fáa ung fólk at tekkjast Fólkaflokkinum, sigur Bogi Andreasen.
Hann vísir á, at hendan atfinningin móti formanninum snýr seg um, at allir samfelagsbólkar mugu kenna seg virdar av høgt standandi fólki. Hann nevnir eitt dømi, sum hann sjálvur hevur upplivað, hóast tað ikki er tað sama.
- Eg havi til dømis havt ein son við down syndrom og upplivað, at fólk hava sagt ”helvitis mongol”. Tað er særandi og ørkymlandi at hoyra slíkt. Tí niðrandi útsagnir raka eisini avvarðandi. Spurningurin, sum fólk kanska sita eftir við er, hvør verður næsti samfelagsbólkurin, sum formaðurin í Fólkaflokkinum fer at tosa niðrandi um, sigur Bogi Andreasen og vísir á, at høgt standandi fólk í samfelagnum hava eina serstaka ábyrgd av at tosa virðiliga um allar borgarar.