Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, hartaði andstøðuna í einari røðu, sum hann helt í gjár. Hann legði andstøðuna undir at fara harðliga fram og at bróta lógina í einari roynd at elva til ruðuleika í landinum. Mugabe ávaraði samstundis andstøðuna og segði, at hann og myndugleikarnir fara ikki at aftra seg við at nýta tað neyðuga valdið fyri at forða fyri ruðuleika. Tann 83 ára gamli Mugabe kunngjørdi herfyri, at hann fer at stilla upp aftur til forsetavalið næsta ár.