- Fyrst og fremst, so spæla vit øgiliga nógv í undirtali. Fyrstu 10 minuttirnar spæla vit næstan konstant í undirtali, og so verður tað øgiliga hart.
Tit megnaðu tó at vinna tykkum framum, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tykist, sum hava tit avgjørt dystin. Hvat gongur galið, tá KÍF aftur sleppur við í dystin?
- Kanska grenja vit ov nógv um dómararnir, heldur enn at hugsa um okkara spæl. Og so brenna vit eisini ov nógv.
Vóru tit kanska bangnir fyri, at tit mistu dystin?
- Eg haldi ikki, at vit vóru bangnir. Men vandin fyri at tapa er altíð til staðar. Teir hava jú Damir, og sleppur hann til skot, so er so gott sum mál. Tíbetur hevði Eli tó eitt gott tak á teimum í dag, og so gekk tað heila jú kortini, segði Agnar.