Hart trýst var lagt á okkum

Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, svarar spurningum um ársskiftið

Miðlahúsið hevur spurt ymisk fólk um, hvussu tey upplivdu 2017, og hvat tey vænta av 2018. Her svarar Óluva Klettskarð, løgtingskvinna.


Hvussu var 2017 fyri teg?
– 2017 hevur verið hendingaríkt, og stór mál á tingi hava eyðkent alt hetta árið. Serliga hevur fiskivinnunýskipanin fylt nógv, men eisini hjúnabandslógin.

Hvør var besta upplivingin í 2017?

– Eg havi ferðast nógv í arbeiðsørindum, og besta og størsta upplivingin var at vitja í Washington og í New York í heilar tríggjar vikur. So at siga allir heimsstovnar stóðu við opnum hurðum. Tey, sum arbeiða við heimsfriði og framburði um allan heim, søgdu frá avbjóðingum og framtíðarvánum - ja, tað var sum læt allur heimurin seg upp. Og størsta upplivingin av øllum var at sleppa á talarstólin í ST-borgini og fortelja eini 600 fólkum um burðardygga framleiðslu og møguleikar, sum vit eru í ferð við at skapa her hjá okkum. Ein ógloymandi ferð, ið gav tað innlit, vit ikki hava, tí ræðisrætturin á uttanríkismálum og atgongdin til heimspolitikk er umvegis ríkisfelagsskapin, og ikki á føroyskum hondum.

 

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2017?

– Serliga fiskivinnunýskipanin hevur fylt nógv í ár. Hart trýst hevur verið lagt á okkum tingfólk, sum væntað var, men tann persónligi ágangurin hevur verið keðiligast, serliga hevur tað órógvað meg, at familjan verður partur av tí.

Hvat hevur tú sett tær fyri at gera í 2018?

– Í 2018 ætli eg at seta størri fokus á mál, sum eg haldi eru druknað í kjakinum um fiskivinnuna. Øgiliga spennandi verður at hava fólkaatkvøðu um stjórnarskipan Føroya. Ráddi eg sjálv, so hevði eg loyst alt fyri eitt, tí stundin er til tað nú.
– At lova bót og bata við vekt og sunnari livihátti ætli eg ikki. Men eg ætli mær at hava betri stundir at vera saman við foreldrum og verforeldrum, ið eru komin upp í árini.