Málmaðurin Joe Hart fer nú helst úr Manchester City til okkurt annað felag at spæla í eina tíð. City hevur keypt írska landsliðsmálmannin Shay Given, og tí sleppur Joe Hart ikki á liðið í City. Nú sigur felagið, at tað er sinnað at leigað tann evnaríka málmannin út til okkurt annað felag í Onglandi. Tað sigst, at uppflytararnir í Birmingham eru áhugaðir at fáa Hart í sín part.