Hart orðaskifti um fyritíðarpensjónirnar

Uppskotið fra Sonju Jógvansdóttir at tryggja fyritíðarpensjonistum at sleppa at taka pensjónina við til Danmarkar og Grønlands fekk harða viðgerð frá andstøðuni

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls at tryggja føroyskum fyritíðarpensjonistum fyritíðarpensjón, sjálvt um tey flyta til Danmarkar ella til Grønlands.

 

Hetta er eitt málsøki hjá landsstýriskvinnuni við almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, javnaðarflokkurin. Minnilutin í trivnaðarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið, tí landsstýriskvinnan eftir øllum at døma hevur sagt, at hetta málið er um at vera loyst og at samráðignar eru við danir um málið.

 

Jenis av Rana, Miðflokkurin, helt, at hetta var at arbeiða ímóti landsstýriskvinnuni og Annika Olssen, Fólkaflokkurin, kallaði hetta fyri vánaligt politiskt handverk.

 

Jenis av Rana mælti til at beina málið aftur í trivnaðarnevndina, men hesum tók Løgtingið ikki undir við.

 

Í staðin fyri samtykti Løgtingið uppskotið við 20 atkvøðum fyri og 8 ímóti við 2. viðgerð.