Hart orðaskifti millum samgonguflokkarnar

Andstøðuflokkarnir hava mest sum einki sagt, meðan samgonguflokkarnir í kvøld hava verið í harðligum innanhýsis orðadrátti Tað er framvegis fundur í Løgtinginum. Andstøðutingmenn hava verið ógvuliga friðarligir, meðan teir hava lurtað eftir, at samgongutingmenn hava verið í sera hørðum orðadrátti.

Sambandsflokkurin hevur hoyrt nógv frá hinum báðum samgonguflokkunum - Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum - fyri, at Sambandsflokkurin í dag er lopin frá meirilutaálitinum, sum varð gjørt í rættarnevndini, og sum sigur, at freistin at útskriva val skal styttast úr seks og niður í fýra vikur.

Sambandsflokkurin hevur nýtt sum grundgeving, at uppskot hava verið í tinginum um at gera nýggjan tunnil norður um Fjall og um nýggjan studentaskúláí Hoydølum.

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava víst á, at hesi bæði málini ikki undir nøkrum orðum høvdu verið samtykt.