Spenningurin er í hásæti kring landið, nú valhølini lata upp í morgin. Tá skulu føroyingar velja tey, sum skulu stýra kommunukassunum komandi fýra árini.
Nógv rumbul hevur verið á Tvøroyri, síðani Kristin Michelsen valdi at fara á egnan lista, heldur enn at vera verandi á Javnaðarlistanum á Tvøroyri.
Og júst tann avgerðin hevur merkt valstríðið, heldur Tróndur Enni.
- Tað snýr seg rættiliga nógv um persónar her suðuri. Allir tríggir listarnir siga seg vilja umleið tað sama, so tað snýr seg einamest um teir báðar Kristin Michelsen og Bjarna Hammer, sum eru á hvør sínum lista, sigur Tróndur Enni.
Valstríðið hevur eisini verið merkt av, at tað hevur verið óvanliga hart og skitið hesaferð, í mun til, hvat vanligt er.
- Eitt positivt og konstruktivt er tó, at í gjárkvøldið skipaði Borgaralistin fyri kjakfundi, har valevni frá hinum báðum listunum vórðu boðin við. Tað var ein øgiliga konstruktivur fundur, sigur Tróndur Enni.
Stríðið millum serliga Kristin Michelsen (kommunulistin, red) og Bjarna Hammer (javnaðarlistin, red) viðførir eisini, at Tróndur Enni væntar, at borgaralistin kemur í eina lyklastøðu.
- Eg vænti allir listarnir fáa tveir valdar, og so kann tann triðji enda hvar sum helst. Og eg vænti, at borgaralistin verður í einari lyklastøðu, tí ilt er at síggja, at kommunulistin og javnaðarlistin kunnu fara í samgongu saman eftir tað rumbli, sum hevur verið, sigur Tróndur Enni.
Mynd. Eileen Sandá