Hvussu verður funnið fram til nýggj vísindalig úrslit í t.d. vistskipanini, ið hevur við toskin at gera?
Leiðin hagar kann vera bæði long og drúgv, tí ikki altíð er gøtan bein og sløtt, men heldur krókut og ósløtt. Tað nógva er hart og drúgt arbeiði, t.d. sýnistøkur og kanningar umborð, eftirfylgt av hagfrøðiligari viðgerð á landi, kjak á fundum, á ráðstevnum og við starvsfelagar. Men onkuntíð koma úrslitini á ein heilt óvæntaðan hátt. Lat meg taka tvey dømi:
Framleiðsla og gróður
Einaferð fyri nógvum árum síðani skuldi eg halda ein fyrilestur til fyrstu Fish Fair stevnuna í Runavík. Evnið skuldi vera okkurt um toskin og lív hansara.
Fekk hugskot at fara og hyggja at framleiðsluni av toski og so gróðrartølunum hjá Eilifi Gaard. Mín sann, um ikki har var eitt so gott samsvar, at eg gjørdist púra bilsin! Fór so inn til Runavíkar við hesum stak áhugaverdu úrslitum í skjáttuni.
Fyrilesturin skuldi vera í Býráðshøllini. Avmerkingin var onkursvegna komin seint upp, so fáur fann fram til hølið. Tá ið fyrilesturin byrjar, eru tveir áhoyrarar (ein vinmaður og so pápi mín). Ein triði - ein býráðspolitikari – kom inn eina løtu, við fartelefon í hondini. Fór so víðari... Men, sama ger. Uppdagingin millum tað avbera góða samsvarið millum toskaframleiðslu og gróður var gjørd. – Og hetta bleiv ein týðandi súla undir doktara-ritgerð míni.
Slánar og ungfiskur
Eina aðru ferð skuldi eg greiða frá merkingarroyndum mínum til eina samkomu, har burturluting skuldi fara fram millum innkomin merkir hjá fiskimonnum. Hetta eru eisini longu nøkur ár afturi í tíðini.
Úrslitini frá merkingarroyndunum byrjaðu so smátt at taka skap. Vit byrjaðu at síggja, hvussu og hvar toskurin ferðaðist. Til dømis at hann altíð fór aftur til sama stað - hann kundi finna neyvt aftur til “sítt egna” økið.
Beint eftir fyrilesturin sigur Eilif Gaard við meg: “Petur tú átti at farið og rokna prosent uppá, hvussu nógvir koma á júst eitt ávíst øki, sammett við aldur osfr.”! Eg so gjørdi....og sum eitt skot kom sambandið millum slánarnar (stórar raktoskar) og ungfiskin fram. – Har var onki ivamál um, at har sum slánarnir vóru, har var lítil og ongin ungfiskur – og øvugt!
Hervið kom fram hypotesan um, at slánarnir styggja teir ungu út á tær ytru leiðirnar (galdandi, tá ið lítil gróður er og harvið lítil føði inni við land).