- Tað er hart og brutalt at vera ung barnafamilja í dag, serliga í Havnini.
Tað staðfesti Jenis av Rana, formaður Miðfloksins í formansrøðu síni á landsfundinum í morgun.
Hann vísir á, at kostnaðarstøðið í Føroyum er millum tað hægsta í heiminum, bæði skattur, býli og matvørur.
Tí vónar hann, at uppskotið, sum nú liggur í Løgtinginum um at gera tað møguligt hjá Húsalánsgrunninum at lata bíiga fíggja leiguíbúðir, lutaíbúðir og sethús, verður samtykt.
Miðflokkurin hevur lagt upskot fyri Løgtingið um hetta seinni hevur samgongan eisini lagt líknandi uppskot fyri løgtingið.
Men tað verður eitt politiskt mál hjá Miðflokkinum í næsta valskeiði at lækka mvg á matvørum og øðrum neyðsynjarvørum.
Tað verður eisini eitt politiskt mál at flyta fleiri almennar stovnar úr Havnini út á bygd, fyri at lætta trýstið á Havnina.
Samsrundis ásannar hann, at hesi árini undir ABC samgonguni hevur tað gingið skeiva vegin.
Hann vísti á, at hesi fýra árini síðani 2008, er arbeiðsloysið vaksið úr 1,3% upp í 6,5% og nettoskuldin er vaksin slakar fýra milliardir.
Hann helst, at hetta er serstakliga álvarsligt, tí hann dugdi ikki at síggja tær stóru visjónirnar hjá ABC samgonguni.
Boðað hevur verið frá nýskipanum á alskyns økjum, men enn er at kalla onki hent.
Fráboðaði fiskivinnunýskipanin kom ikki, onki hendi á kommunumálinum og skúlaøkinum heldur.
Miðflokkurin heldur hinvegin, at tað er burtur úr vón og viti at leggja Almannastovuna og Nærverk saman, tí tað eru tveir heilt ymiskir stovnar við hvør sínum endamáli.
Flokkurin sær heldur onki endamál í at leggja sjúkrahúsini saman. Einasta ítøkiliga grundgevingin hevur higartil verið at sleppa undan bíðilistum.
Tað vísir seg so, at tá ið samgongan ikki klárar at gjøgnumføra nakra veruliga nýskipan, verður bara okkurt hissini gjørt ístaðin.
Men tað er óneyðugt at leggja saman fyri at sleppa av við bíðilistar. Tað er bara at onkur setur seg við eina teldu og býtir sjúklingar ímillum sjúkrahúsini.
Á myndini er Jenis av Rana, v.m, saman við Roland Utbult, sum er svenskur ríkisdagslimur fyri Kristendemokraterne og kendur gospelsangari við einum hópi av fløgum á baki.










