Hart men gott

Kyndils-liðskiparin var sjálvsagt moyrur eftir dystin, sum ivaleyst man vera ein tann strævnasti, sum hann nakran tíð hevur leikt

Hondbóltsprát

Tað er einki at siga til, at tað var ein fegin liðskipari hjá Kyndli, sum vit fingu orðið á eftir dystin sunnudagin.
Uttan tveir av hollastu stuðlunum á liðnum, høvdu hann og liðfelagarnir knógvað vestmenningunum, men hóast døpru útlitini, so vildi hann undir ongum umstøðum viðganga, at hetta var nakað, sum teir á liðnum høvdu hugsað um.
- Tað var bara eitt at gera, og tað var at hvør tann einasti maðurin bara stríddist meira. Og tá nakrir týðandi leikarar fella frá, so mugu aðrir bara taka yvir, og tað gjørdu teir so sanniliga eisini í dag, helt hann fyri.
Men at spæla í 60 minuttir uttan nakra útskifting. Er tað ikki í meira lagi?
- Tað er tað kanska. Tað var í øllum førum óluksáliga hart, og tað tekur nokk nakrar dagar at koma fyri seg. Men tað gekk, so tað kann ikki vera heilt galið. Vit høvdu jú eisini nakrar leikarar á beinkinum, men sum dysturin leið, so víst tað seg bara, at vit kláraðu tað allíkavæl. Allir stríddust av øllum alvi, og tað var nokk, og vit eru so framvegis fremstir, var tað, sum ein útlúgvaður Hans Áki Dal-Christiansen hevði at siga eftir dystin.