Hóast hart trýst frá floksformaninum, Høgna Hoydal, so vil Heini O. Heinesen ikki bakka Heini O. Heinesen er undir hørðum trýsti undir orðaskiftinum við triðju viðgerð um uppskotið um skerjing av fiskidagatalinum.
Samgongan finst hvassliga at kúvendingini hjá Heina O. Heinesen, men hóast formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, uttan at balla tað inn segði, at atkvøddi Heini O. Heinesen ikki við samgonguni, so sleit hann samgonguna.
Men Heini O. Heinesen læt seg ikki trýsta.
- Eg trýsti ikki á knøttin, bara tí onkur annar sigur, at eg skal gera tað, staðfesti tingmaðurin hjá Tjóðveldi beint undan at tingið fór í døgurðastegð.
Tingfundurin verður uppaftur tikin klokkan tvey.