Hart dømt

- Eg rakti hann kanska, men tað var so als ikki nokk til at fella ein vaksnan mann. Eg sparkaði á ongan hátt ígjgønum, so brotsspark var hatta als ikki.
Tað var svarið, tá vit eftir dystin spurdu Pól Thorsteinsson, hvørt talan var um sjónleik ella ikki, tá Patric Vieira varð rikin av vølli.
Men hóast hetta, so helt føroyski bakkurin tó, at reyða kortið var harður dómur.
- Eg haldi nú ikki, at talan var um so øgiligan sjónleik, tí meira enn nakað, so mundi hann missa javnvágina. Gula kortið fyri hetta var sera hart. Ikki minst, tá tú hugsar um, at maðurin hevði gult frammanundan.
Men fyri føroyska liðið bilti tað nokk einki, at talan gjørdist um reytt kort?
- Sjálvandi ikki. Vit fáa ein veldugan fyrimun. Eg haldi í øllum førum, at Vieira var einasti maðurin hjá teimum, sum veruliga sýndi klassa. Eftir laku byrjanina setti hann seg einsamallur á miðvøllin, so tað hevði nógv at siga hjá okkum, at hann ikki var har longur.