John Johannessen
Stjórin á Almannastovuni, Maria Jacobsen, fer úr starvinum fyrsta august. Orsøkin til, at hon fer úr starvinum er sambært Dimmalætting í gjár ein uppviging av persónligum og starvsligum viðurskiftum.
At stjórin á Almannastovuni sigur fer úr starvi er ikki nakað nýtt fyribrygdi. Hetta er nevnilga fjórðu ferð seinastu seks árini, at Almannastovan skal hava nýggjan stjóra.
Orsøkina til, at stjórarnir eru so ódrúgvir á Almannastovuni, metir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, vera, at arbeiðið sum leiðari á Almannastovuni hevur verið eitt sera møtumikið starv seinastu árini meðan bygnaðurin er broyttur á stovninum.
Við at koma undir land
Helena Dam á Neystabø væntar, at tað um ikki so langa tíð fer at verða munadni lættari at vera stjóri á Almannastovuni, enn tað hevur verið seinastu árini. Bygnaðarbroytingarnar eru við at koma undir land, og ávísar uppgávur, Almannastovan fyrr hevur røkt verða verða nú gjørdar uttan fyri húsið. Sum dømi nevnir landsstýriskvinnan, at heimarøktin og dagpeningaskipanin nú liggja uttan fyri Almannastovuna.
Men landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum ger samstundis greitt, at tað aldri fer at verða lætt at sita í stjórasessinum á Almannastovuni.
? Tað er einki dulsmál, at talan er um eitt ógvuliga tyngjandi og strævi arbeiði. Men eg eri vís í, at fólk við góðara útbúgving ynskja at taka avbjóðingina, tað er at vera stjóri á Almannastovuni, sigur Helena Dam á Neystabø. Tískil roknar hon við, at starvið verður mannað tá verandi stjórin, sum einans hevur sitið hálvt annað ár, fer frá.
Óheppi
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum harmast um, at Almannastovan hevur skift stjóra so ofta seinastu árini. Hetta heldur landstýriskvinnan vera óheppi fyri samanhangin í starvinum.
Men kortini skilir Helena Dam á Neystabø, at stjórarnir ikki hava orkað at sitið so leingi. At øll EDV skipanin í langa tíð hevur verið løgd um og at aðrar bygnaðarbroytingar seinastu árini eru framdar hevur tyngt um arbeiðsbyrðuna hjá stjórunum á Almannastovuni. Kortini vissar landsstýriskvinnan um, at tað skjótt fer at verða betur.










