Starvsfólkini eru strongd, útbrend og ørkymlað, tí tey føla seg ikki koma á mál við arbeiði sínum.
Soleiðis er støðan í nógvum donskum kirkjuligum felagsskapum, skrivar danska blaðið Kristelig Dagblad, sum hevur ringt runt til 19 slíkar felagsskapir. 15 teirra siga seg beinleiðis kenna til slík eyðkenni innanveggja.
Ein av hesum felagsskapum er KFUM’s Sociale Arbejde. Aðalskrivarin, Lars Rahbek er av teirri sannføring av nógvir sjálvbodnir felagsskapir hava trupulleikar við strongd.
- Tað er hart at vera í slíkum sosialum arbeiði, og tað kann vera trupult at seta mark fyri, nær ein hevur gjørt nóg mikið, sigur hann.
Felagsskapirnir kunnu á ein hátt býtast í tvey – teir sum hava sjálvbodna arbeiðsmegi og teir sum hava fólk á lønarlista. Tað vísir seg sum um at teir sjálvbodnu felagsskapirnir hava trupult við at leggja “ta góðu sakina” frá sær.
- Onkur hevur sagt, at Gud er tann strangasti arbeiðsgevarin ið ein kann fáa, tí uppgávan er óavmarkað. Ein kann jú altíð gera eitt sindur aftrat, sigur Mogens Kjær, aðalskrivari í Danmission ironiskt.
Lønt og ólønt
Í sociala arbeiðinum hjá KFUM merkja tey eisini til hetta: Í kaffistovunum verður arbeiðið í stóran mun gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og tað kann vera trupult hjá leiðarunum, sum skulu tryggja upp- og afturlatingartíðirnar, at teir ikki altíð vita, um øll møta ella um hesin brádliga verður noyddur at arbeiða longur.
Hinvegin kann ein ikki sum so krevja nakað av nøkrum, tá ein ikki fær løn fyri arbeiðið. Samstundis føla tey løntu starvsfólkini, at tey skulu rættvísgera sína løn.
Hetta setur aftur krøv til leiðsluna at tryggja, at strongd ikki byrjar at gera um seg.
- Er leiðslan ikki góð og trygg, skapar tað stóran ótryggleika í mun til tað forvæntningarnar. Hetta kann leggja stórt trýst á starvsfólkini, sigur Jeanett Bonnichsen, stjóri í Center for Stress.
Hinvegin kann staðfestast at uttan alt hetta sjálvbodna arbeiðið, var ikki nógvum felagsskapum lív lagað.